Tannreinsarin
Tannreinsarin
Tannreinsarin
Tannreinsarin
Tannreinsarin

Tannreinsarin

Vanligur prísur59,00 kr
/
Íroknað MVG. Frakt verður roknað við kassan.
Kg
  • Á goymslu, klárt at senda
  • Inventory on the way

Hundar elska Tannreinsaran – ein leskiligur biti til at reinsa kjaftin og tennirnar.

100% toskaskræða. Er náttúrlig og hevur fáar kaloriur. Rufluta rondin hjálpir ikki bert at taka burtur tannstein úr tonnunum á tínum hundi, men hevur eisini ein smakk, sum hundar elska.

Tannreinsarin er ein tyggjari, sum kann vera hildin í labbunum. Hevur eingi íblandingarevni ella haldevni og er ríkt í Omega 3 fiskaolju.

Snurran kemur náttúrliga og kann vera ymisk frá bita til bita.

Góðbiti uttan ósunt og óneyðugt innihald, sum ikki er náttúrligt.

Hvar er fiskurin frá?

  • Svomið kring Føroyar
  • Fiskað undir Føroyum av føroyskum fiskimonnum
  • Turkað í Føroyum
  • Pakkað í Føroyum
  • Stuttflutt til føroyska hundin

Vegleiðing

Gev sum góðbita ella løn, sum partur av javnvigandi kosti.

Innihaldsyvirlit

  • Protein 90 %
  • Feitt10 %
  • Kolvæta 0 %
  • Fuktur 11 %
  • Salt 1 %

Tryggja at reint og frískt vatn altíð er tøkt.


Kanska tær eisini dámar