Fyrimunir við náttúrligum hundagóðbitum
Heilsugóður og føðsluríkir hundagóðbitar úr Føroyum
Fleiri heilsu fyrimunir eru við at eta hundaguff. Okkara náttúrligu góðbitar eru ríkir av proteinum og náttúrligum Omega 3/6 fitisýrum. Vit luftturka fiskin í lágum hita fyri at tryggja, at allar aminosýrur framvegis eru virkanr. Hetta merkir at tín hundur fær heilsugóða føði.
Aminosýrurnar í proteiinunum kunnu hjálpa tínum hundi at menna immunverjuna, beinini, ein sunnari pels og húð. Aminosýrurnar eru eisini gott fyri at bøta um og viðlíkahalda vøddar og annan vevnað. Tí hevur tað týdning, at tín hundur hevur nokk proteiinir fyri at varðveita orku og byggja sterkar vøddar, bein og lið.
Hundaguff úr Norðuratlantshavi er eisini ein góð kelda av Omega 3. Omega 3 er eisini góð føðsla fyri tín orkufulla hundahvølp. Tað gevur mundagóðan stuðul til menningina av tínum hundi. Tað er gott fyri húðina og gevur ein lekkran og góðan pels.
Harafturat er hundaguff gott fyri tenn, húð, eygu, hjarta og heila hjá tínum hundi. So kanst ikki fara skeivur, um tú fært tær hundagóðbitar, sum eru náttúrligir, luftturkaðir og egnaðir til mannaføði. Tað hevur týdning fyri tín hund at hava røttu mongdina av proteinum fyri at tryggja sunnan vøkstur. Tað hjálpir í menningini av vøddum og beinum, og tað hjálpir eisini tínum hundi at lekjast, um hann hevur sár.
So keyp tær ein pakka av Ocean Treats – heilsugóðir fiskabitar til tín fylgisneyta.