Hundaguff úr Norðuratlantshavi

Náttúrligir hunda góðbitar úr føroyskum sjógvi

Reinur og stuttfluttur fiskur

Hundaguff úr Norðuratlantshavi eru leskiligir hundagóðbitar fangaðir, turkaðir og pakkaðir í Føroyum. Framleitt úr 100% villum fiski úr føroyskum sjógvi. Hundaguff er føði í slíkari góðsku, at tað egnar seg bæði til djór og menniskju. Fiskagóðbitarnir eru luft-turkaðir fyri at tryggja, at fiskurin varðveitir sín náttúrliga smakk.

Eingi íblandingarevni eru brúkt. Bara reinur fiskur framleiddur á ein hátt, ið tryggjar reina náttúrliga smakkin. Fiskurin hevur svomið í føroyskum sjógvi, og okkara veitarar eru MSC góðkendir. Tað merkir at okkara veitarar eru eisini burðardyggir. So tú kanst hvíla trygt í, at alt hundaguff frá Ocean Treats er gott fyri tín hund og gott fyri havið.

Burðardygg framleiðsla

Fyri at tryggja, at tín hundur fær sum mest burtur úr villa fiskinum, turka vit fiskin við lágum hita. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at allar amino sýrur enn eru virknar. Tað ger at hundaguff hevur nokk av náttúrligum proteinum og føðsluevni, sum tínum hundi tørvar.

Týdningurin av heilsuni hjá tínum hundi og góðskuni á matinum, hann etur, kann ikki undirstrikast nokk. Tí eru okkara góðbitar á tremur við náttúrligum innihaldi. Tí vit vita, at ein heilsugóður kostur við proteinum og nokk av Omega 3 merkir ein heilsugóður og lívligur hundur. 


Kanska tær dámar

Vís alt