Okkara Søga: Ocean Treats

Leskiligir hunda- og menniskja góðbitar úr Føroyum

Hundaguff eru náttúrligir hundagóðbitar framleiddir í Føroyum av Faroe Marine Products (FMP, eisini kent sum Høvdavirkið). FMP er eitt framleiðsluvirki, sum hevur serkunnleika í framleiðslu av fiski og fiskaúrdrátti so sum fiskahøvd, bein og garnar til mannaføði. 

FMP varð sett á stovn í 2001. Fyritøkan hevur tí nøkur áratíggju av royndum av at framleiða turkaðan fiskamat í høgari góðsku til mannaføði umframt til mansins besta vin, hundin. Størsti trupulleikin, sum fyritøkan hevur sett sær fyri at loysa, er at minka um fiskaoyðsl í føroysku fiskivinnuni.

Fiskur er grundarlagið undir føroyska búskapinum. Hóast tað, so var bert helvtin av fiskinum, sum kemur upp á land, brúktur. Tí var FMP sett á stovn fyri at minka um oyðsli í fiskivinnuni. FMP keypir fiskin, sum annars verður burturbeindur av øðrum fiskavirkjum, og framleiðir tað til mannaføði. Fyritøkan hevur funnið ein hátt at varðveita og framleiða fiskaúrdrátt so tað kann etast av menniskjum.

Harafturat brúkar FMP varandi orku fyri at framleiða vørur. Mesta av orkuni, ið verður brúkt, kemur frá brennistøðini í grannalagnum. Soleiðis kann FMP virka við til at minka um oyðsl í fiskivinnuni og samstundis tryggja, at vøran er framleidd á ein burðardyggan hátt.

Tí siga vit, at Hundaguff er gott fyri havið, gott fyri umhvørvið og gott fyri tín hund.


Kanska tær dámar

Vís alt